Børn og hjúnarskilnaður
Tá foreldur velja at fara frá hvørjum øðrum, er hetta ein stór broyting fyri alla familjuna og ikki minst børnini. Tað er týdningarmikið at foreldrini megna at vera tey vaksnu í hesi nýggju og til tíðir truplu støðu. Tað hevur stóran týdning, hvussu foreldrini samstarva og handfara teirra ósemjur viðvíkjandi hjúnaskilnaðinum hetta fyri at hjálpa barninum best møguligt.
Tað er ein sárbar og sera ørkymlandi tíð hjá barninum, tá foreldur taka avgerð um, at fara hvør til sítt. Barnið hevur ofta skuldarkenslu og kennir seg ofta at verða orsøk til avgerðina hjá foreldrunum.
Men tað ber, hóast alt til, at viðvirka til eina so jaliga tilgongd, sum tað nú einaferð er møguligt. Altavgerandi fyri, at tilgongdin í einum skilnaði verður so jalig sum møguligt er millum annað:
- at foreldur eru týðulig og greið
- at foreldur møta barninum í sorgini
- at foreldur seta orð á tað sum hendur
- at foreldur gera barninum greitt, at hjúnarskilnaður er ein avgerð ímillum mammu og pápa
- at foreldur framhaldandi taka ta vaksnu ábyrgdina og verða foreldur, hóast mamma og pápi ikki eru par longur
“Børn í hjúnarskilnaði, hava ofta skuldarkenslu og kenna tað, sum um tað eru tey, sum eru orsøk til at foreldrini fóru hvør til sítt. Um ein spyr barnið hví, so svara tey ofta "eg haldi tað er tí, at tá tey skeldaðust, so var tað ofta um meg”. Tað hevur al stóran týdning, at foreldur, sum velja hjúnarskilna, gera barninum púra greitt, at hetta er ein avgerð millum mammu og pápa, hetta fyri, at taka burtur ta skuldarkenslu, sum tey kunnu sita við. Barnið hevur rætt at vita, at hjúnarskilnaður er ein avgerð hjá foreldrunum, - og at hon er tikin, tí at tann kærleiki sum var millum mammu og pápa, ikki er longur. Somuleiðis tørvar barninum at vita, at mamma altíð verður tín mamma og pápi altíð verður tín pápi – og ikki minst, at tað verða tey vaksnu foreldrini, sum taka ta torføru avgerðina og finna loysnir, sum taka atlit til barnsins besta.
Nakað at hugsa um:
- Vaksin fara frá hvørjum øðrum – tí er tað teirra ábyrgd at hjálpa barninum í nýggju støðuni
- At barn títt elskar bæði síni foreldur – eisini hin partin!
- Minn barn títt á, at hóast tit vaksnu fara hvør til sítt, eru tit enn líka góð við barnið
- Minn títt barn á, at tað ikki á nakran hátt hevur ábyrgdina av, at tit vaksnu fara hvør til sítt
- Vís tínum barni virðing við at virða hitt foreldri – eisini um tú ikki heldur so nógv um viðkomandi
- Verið fólkalig ímóti hinum partinum tá tit hittast, td. tá tit koma eftir ella við barninum
- Skeldist ONGANTÌÐ, meðan barnið hoyrir
- Tosa ONGANTÌÐ ljótt um hin – ella um tykkara felags fortíð – meðan barnið hoyrir
- Lat ikki barnið bera boð millum foreldrini!
- Gerið skjótast gjørligt greiðar avtalur um, hvar og saman við hvørjum barnið skal búgva
- Ger eisini avtalur um samveru við tað foreldri, sum barnið ikki býr hjá – um ikki annað ber til, gerið so fyribils avtalur – so barnið veit nær tað skal verða hvar komandi tíðina. Um tað er gjørligt, hav so barnið við uppá ráð, tá hesar avtalur verða gjørdar
- Royn at geva barninum sítt egna pláss bæði heima hjá mammu og hjá pápa sínum – lat barnið hava sítt egna kamar ella song og skáp – og lat eisini barnið hava td. tekningar hangandi, leikur o.t. í báðum heimum.
- Roynið at skipa gerandisdagin soleiðis, at barnið kann røkja síni frítíðarítriv og vera saman við vinum í sama mun sum áður – líka mikið hvørjum foreldri barnið er hjá
- At virða sambandið millum barnið og familjuna hjá hinum partinum, td. ommur, abbar, systkinabørn o.s.fr