Hvølpar

Vøggustovurnar  – Glyvursstova og Ljósástova, hava ein bólk við teimum størru børnunum á stovunum.

Endamálið við bólkinum, er at geva teimum eldru børnunum aldurssvarandi avbjóðingar og at byggja eina brúgv yvirum, til tá tey fara í barnagarð.

Tá vit koma saman, hava vit fyrst eina samling, har vit taka START ígjøgnum. START er fakligt tilfar, ið lærir børnini á ein jaligan hátt, at hava samanspæl við umheimin, og at skilja kenslur og relatiónir í einum bólki.

Eftir hetta gera vit onkrar aktivitetir saman, har vit ganga túrar, bæði í náttúruni og í býnum.. Harumframt fara vit eisini at spæla, dansa, mála, klippa, syngja, gera fimleik o.s.fr. Hetta er við til at styrkja teirra menning, samstundis sum tey hava tað stuttligt, fáa upplivingar saman og knýta vinabond.

Vit hava valt at kallað bólkin við teimum eldru børnunum “Hvølpar”, tí eins og hvølpar eru tey lívlig, fitt og granskandi.

Hvølparnir savnast hvønn mikudag, frá kl. 09.30- og hendan dagin eta tey saman.






«2023»Í dag«Jun»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29 30    
M T M H F L S

Dagstovnurin á Hamrinum faldari


Okkara Instagram vangi



Samband

Dagstovnurin á Hamrinum

Glyvursvegur 50
160 - Argir
Tlf. 32 20 03/30 22 90
soleys@torshavn.fo

 

Leiðari: Sóley Samuelsen
214357

Ljósástova
29 00 60
daghamljos@torshavn.fo

Glyvurstova
29 00 61
daghamglyv@torshavn.fo

Rossástova
29 00 62
daghamross@torshavn.fo

Reynsstova
29 00 63
daghamreyn@torshavn.fo

Spírar
29 00 64
spirar@torshavn.fo