Um okkum


Um stovnin

Á Dagstovninum á Hamrinum eru 2 vøggustovur, Ljósástova og Glyvursstova. Reynsstova og Rossástova eru barnagarðsstovur og tey 6 ára gomlu húsast í Risastovu, tey kallast Spírar.


Stovnurin er frá 2003, og hevur góðar umstøður - bæði inni og úti.



Vit á Hamrinum leggja dent á eina góða móttøku - at børn og vaksin kenna seg væl at koma inn í húsið. Vit eru eitt livandi stað, har menning og upplivingar fáa frítt spæl. Har nærvera er ein týðandi partur av okkara arbeiði, soleiðis at børn og vaksin trívast og mennast í tryggum umhvørvi.



Læring og spæl eru náttúruligir partar av okkara gerandisdegi. Vit arbeiða við tí Viðurkennandi hugburðinum, vit leggja dent á eitt jaligt og kveikjandi umhvørvið, og vit síggja møguleikar fram um forðingar. Vit hava ein jaligan hugburð til okkara arbeiðið, og eru tilvitaði um ta ábyrgd og uppgávu vit hava sum professionell starvsfólk. Vit virka sum eitt felags hús, har børnini kunnu vitja og spæla saman. Somuleiðis hava vit fleiri felgas verkætlanir saman.



Øll børn mennast, hvør í sínum lag. Vit taka støði í teirra sterku síðum og vilja virka fyri, at hvørt barnið, í so stóran mun til ber, fær brúkt øll síni evni. Øll børn hava rætt til luttøku í felagskapinum og vilja vit virka fyri at ØLL verða inkluderaði. Somuleiðis bjóða rammurnar á stovninum inn til fordjúpan, spæl og læring.



At kveikja tey kreativu evnini hjá børnunum, arbeiða vit tilvitaði við. Vit bjóða kreativar samlingar og møguleika møguleika at menna sínu kreativu evnir á ymsikan hátt.



Vit vaksnu eru álítandi, opin og erlig - og vit lurta, eisini tá vit eru ósamd. Vit tora og tola at hyggja inneftir, at verða undrandi og rannsakandi. Vit vilja menna og endurskoða, soleiðis at vit altíð eru tilreiðar at møta avbjóðingum.



Øll menniskju eru ymisk. Hetta merkir at vit mugu hava virðing fyri øðrvísi hugsanum, enn okkara egnu - at vit virða og viðurkenna ymisleikarnar hjá hvørjum øðrum.



Foreldrini eiga til eina og hvørja tíð at kenna tryggleika við stovnin og at hava álit á starvsfólkunum - og sjálvsagt eitt gott samstarv millum stovn og heim er høgt raðfest.



At hava tað stuttligt - børn og vaksin - er sjálvsagt ein sera týðandi partur av okkara arbeiði.



Afturvendandi tiltøk er nakað sum vit eisini raðfesta her á Hamrinum. Tað er garðdagur, renniddagur, jólahald, føstuhald o.a. og sjálvandi føðingardagar.



Um tit ynskja at hoyra meir um okkum, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.

Image result for åbningstider





Upp & afturlatingar tíðir



Stovnurin
letur upp kl 7.30 og letur aftur kl 17.00. Opið er allar vanligar yrkadagar.

Virksemið, bæði tað ætlaða og tað
"spontana" byrjar kl. 09.30. Tí hevði tað verið gott um tit søgdu frá
á stovuni um barn tykkara hevur frí ella um tit koma seinri enn kl. 9.30.


Frukt og millummáli

Vit hava í eina tíð bjóða frukt og  bakstur á stovninum.
Stovnurin bjóðar frukt, mjólk og millummála hvønn dag. Vit hava eina køkskonu, sum ger millumála til okkara 4 ferðir um vikuna. Vit royna at hava ein mettandi og heilsugóðan millummála. Tó er eisini rúm fyri, at vit fáa okkum kakao, køku og annað leskiligt viðhvørt.

Merkið - Wikipedia





Føðingardagar



Tá ið barnið
fyllur, kann tað hava eitthvørt við at bjóða hinum børnunum á stovuni. Ætla tit
at bjóða hinum børnunum á stovninum heim í føðingardag, eru tit vælkomin til
tað.

Image result for time off

Frídagar

Stovnurin er stongdur 3 vikur um summarið og millum jól og nýggjár. Tó
hevur Tórshavnar Kommuna eitt tilboð til tey børnini, ið hava tørv á at
vera á stovni hesar vikurnar, nærri kunning á Snarskivuni. Flaggdagin er eisini afturlatið, og
grundlógardagin lata vit aftur kl. 12.00, stovnurin er eisini stongdur
tveir ráðleggingardagar um árið, hetta verður lýst væl áðrenn.

Image result for allergi



Ovurviðkvæmi og sjúka



Um barn
tykkara er ovurviðkvæmt fyri onkrum í mati, og ein læknaváttan fyriliggur, kann
barnið fáa serkost. Tosa við starvsfólkið á stovuni um hetta.

Vit taka ikki ímóti sjúkum børnum ella børnum, ið eru illa fyri.

Starvsfólk geva ikki heilivág, uttan í heilt serligum førum, har heiligvágurin er lívsneyðugur fyri barnið. Ráðfør teg við starvsfólkini á stovuni.

Image result for clothes





Klæðir



Skiftandi
føroyska veðurlagið ger, at tað er neyðugt hjá barninum at hava heit klæði,
regnklæði og gummistivlar við hvønn dag. Eyka sett av klæðum skal liggja í
kassanum. Navn skal vera í øllum klæðunum. Foreldrini hava ábyrgd av at rudda
og halda skil á klæðunum hjá barninum á stovninum.


Image result for bomulds net

Toyposar

Tá ið barnið byrjar á stovninum fáa tit ein toyposa úr 100 %
bummull. Hesin toyposin ynskja vit skal vera í rúminum hjá barninum, so tá ið
okkurt plagg er vátt ella skiti, so koyra vit tað í toyposan. Er okkurt
dýggjvátt ella er óhumska á klæðunum, so brúka vit eisini plastposar (vit mugu
eisini hugsa um reinføri). Við toyposunum royna vit at minka um nýtsluna av
plastposum og samstundis sleppa undan at plastposar eru í gongini, tí tað kann
vera vandamikið fyri børnini. Hava tit ein plastposa við á stovn, vinaliga gev
starvsfólkunum hann, so goyma tey hann burtur. 

Kringvarp Føroya | - Tíðindi, mentan og ítróttur





Siðvenja



Opið hús:
Hvør stova bjóðar inn til onkran aktivitet ella verkstað, t.d. disko, perla,
vøddamýking. Børnini kunnu sjálvi velja hvørja stovu tey vitja og hvønn aktivitet
tey vilja verða við til.



Heyst: Vit
fletta, tilgerða matin frá av slaktinum og eta ein góðan heystdøgurða saman.



Jól: Vit
fara til jólagudstænastu saman við hinum dagstovninum á Argjum. Stovnurin
bjóðar góðan Jóladøgurða. Jólafest er eisini fastur táttur.



Føstulávint:
Starvsfólk spæla sjónleik fyri børnunum. Fara uppá gólv. Sláa tunnu úti á stovunum. Stovnurin
bjóðar døgurða hendan dagin.



Páskir: Vit
gera páskaprýði og hugna um á stovninum.



Sirkus:
Spíarnir framføra sirkus fyri øllum børnunum á stovninum.



Garðdagur:
Foreldur verða boðin til garðdag, har ymiskt er at gera úti í garðinum og prýða u
m.

Boller - nem hurtig opskrift uden æltning | nogetiovnen.dk

Foreldrakaffi/morgunmatur

Nakrar ferðir um árið bjóða vit ein drekkamunn inni á stovuni, har børn
og vaksin kunnu hugna sær saman, og tit hava møguleika at práta við hini
foreldrini. Uppslag verður sett upp á talvuna í gongini nær tað verður.

FOR PÆDAGOGER - SPROGPAKKEN:DK | Undervisning, Børnehave, Læring





Námsfrøðilesandi



Vit leggja
dent á at vera ein undirvísingarstovnur, tí hava vit av og á námsfrøðislesandi í starvsvenjing. Hesi koma inn á eina stovu afturat teimum føstu
starvsfólkunum og læra at samstarva og vera saman við børnunum, foreldrunum og
starvsfólkunum.



Hetta er
lærurík fyri okkum og vilja vit virka fyri at geva teimum námsføðilesandi eina
holla vitan innan dagstovnaøkið og fakið.