Lata stigvíst og varliga uppaftur

kommunu lata upp stigvíst og varliga
Fyri páskir boðaði landsstýrið frá, at dagstovnar lata upp mánadagin 20. apríl 2020. Eisini boðaði landsstýrið frá, at foreldur, sum vilja hava børn síni heima, hava børn síni heima.

Í løtuni fyrireikar Tórshavnar kommuna, hvussu vøggustovur, barnagarðar og frítíðarskúlar lata upp, og hvussu gerandisdagurin skal skipast. Í hesum sambandi hevur Koronaráðgevingin hjá landsstýrinum gjørt vegleiðing um, hvussu dagstovnarnir lata upp stigvíst og varliga, sí leinki.

Liður í fyrireikingunum er, at foreldur beinanvegin og í seinasta lagi hósdagin 16. apríl 2020 kl. 12.00 skulu boða kommununi frá, um tey hava tørv á, at barn teirra kemur á stovn í næstu viku, tvs. tíðarskeiðið 20.-24. apríl.

Tilmeldingarskjal er tøkt á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu www.torshavn.fo. Har verða foreldur eisini biðin um at upplýsa, hvørjar dagar tørvur er á, at barn teirra er á stovni og nær á degnum. Hetta so, at kommunan kann skipa tilboðið best møguligt.

Væntandi verður nýggj tilmelding gjørd fyri tíðarskeiðið 27. apríl-1. mai 2020. Kunnað verður um tað seinni.

Foreldragjald
Væntandi verður dagstovnagjaldið fyri apríl endurgoldið foreldrunum. Málið kemur fyri á býráðsfundi síðst í apríl.

Nú dagstovnarnir lata uppaftur stigvíst, verður foreldragjald goldið sambært vanligu reglunum.




«2020»Í dag«Aug»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S

Dagstovnurin á Hamrinum faldari


Okkara Instagram vangi



Samband

Dagstovnurin á Hamrinum

Glyvursvegur 50
160 - Argir
Tlf. 32 20 03/30 22 90
soleys@torshavn.fo

 

Leiðari: Sóley Samuelsen
214357

Ljósástova
29 00 60
daghamljos@torshavn.fo

Glyvurstova
29 00 61
daghamglyv@torshavn.fo

Rossástova
29 00 62
daghamross@torshavn.fo

Reynsstova
29 00 63
daghamreyn@torshavn.fo

Spírar
29 00 64
spirar@torshavn.fo