Spírar á ferð

Mentan og námsfrøði undir bláum himli

Í allarbesta veðri vóru vit ein sera gevandi túr við MARKA.

At fáa so nógva sansastimbran undir bláum himli er einki minni enn heilt framúr.  Gongutúrurin við frálíkum útsýni har børnini gingu í ójøvnum lendi. Mót- og undanbrekku, anganum av haga, bleytum mosa, har føturnar sukku so deiligt niðurí, ja orð eru fátøk. Øll fjøllini, hvørt størri enn annað, og ikki minst longsta bygdin – Kollafjørður.

Fyri onkran var tað at koma so nær einum seyði ein sonn uppliving. Vit góvu seyðinum at eta og og eina løtu lærdu vit okkum seyðamál. Lesullina tóku vit við okkum.

Heimafturkomin í barnagarðin vóru børnini sera áhugaði í ullini. Fleiri børn vaskaðu ullina, sum vit fara at spinna til tógv, men fyrst má karðast.

Søguna, um steinin/borðið, ið varð klovið situr rimmarfast í minninum hjá børnunum – Brynjumannaborðið... Aldargamla seyðabrævið, ið okkum lærir um at MARKA seyð, so kríggj og stuldur ei longur kundi ráða. Elligamli mentanararvurin í nútímanshami.

Ja, av sonnum ''gakk, lær og spæl'' við søgum og sagnum undir opnum himli – takk fyri túrin, sum vit viðmæla øðrum.

https://marka.fo/

Við takkarkvøðu
Spírarnir á Dagstovninum á Hamrinum





«2020»Í dag«Okt»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29 30 31  
M T M H F L S

Dagstovnurin á Hamrinum faldari


Okkara Instagram vangi



Samband

Dagstovnurin á Hamrinum

Glyvursvegur 50
160 - Argir
Tlf. 32 20 03/30 22 90
soleys@torshavn.fo

 

Leiðari: Sóley Samuelsen
214357

Ljósástova
29 00 60
daghamljos@torshavn.fo

Glyvurstova
29 00 61
daghamglyv@torshavn.fo

Rossástova
29 00 62
daghamross@torshavn.fo

Reynsstova
29 00 63
daghamreyn@torshavn.fo

Spírar
29 00 64
spirar@torshavn.fo