
Spírar námsætlan
Námsætlan fyri tey 6 ára gomlu børnini.
Virðisgrundarlag hjá Dagstovninum á Hamrinum.
· Dagstovnurin á Hamrinum skal vera eitt stað, har børnini trívast, læra og mennast í tryggum umhvørvi.
· Øll børn mennast, hvør í sínum lag. Vit vilja taka støði í teirri sterku síðum og vilja virka fyri, at hvørt barnið, í so stóran mun til ber, fær brúkt øll síni evni.
· Foreldrini eiga til eina og hvørja tíð at kenna tryggleika við stovnin og at hava álit á starvsfólkunum.
· Vit vilja vera álítandi, opin og erlig. Og vit vilja lurta - eisini tá vit eru ósamd.
· Øll menniskju eru ymisk. Hetta merkir, at vit mugu hava virðing fyri øðrvísi hugsanum, enn okkara egnu. Vit mugu samstarva væl og taka felags ábyrgd.
· Vit vilja síggja møguleikar fram um forðingar, og hava ein jaligan hugburð til okkara arbeiði. Vit vilja regluliga ogna okkum nýggja vitan og førleikar, so vit eru til reiðar at møta nýggjum avbjóðingum.
Persónligir førleikar.
Vit vilja, at barnið kennir og følir virðing fyri sær og øðrum. At tað kennir seg sjálvan í mun til onnur. Vit vilja styrkja sjálvsvirði, sjálvsálit og sjálvbjargni hjá barninum.
Vit vilja stuðla og menna barninum, soleiðis at tað virkar væl millum onnur. Vit vilja eggja barninum til sjálvt at taka initiativ og ábyrgd. Vit vilja eisini læra barnið at seta orð á kenslur, tankar og ætlanir, kveikja teirra forvitni og at menna teirra áræði at royna nýggjar avbjóðingar.
Sosialir førleikar.
Spælið er ein týðandi partur av menningini hjá barninum. Tað er í spælinum at barnið mennir sítt hugflog, síni empatisku evnir, styrkir sín sosiala førleika. Har barnið lærir at loysa tvístøður, mennir málið og sín kropsliga førleika. Í spælinum lærir barnið somuleiðis at styrkja síni bindini, og at hava álit á øðrum børnum.
Vit vilja, at børnini eru før fyri at skapa sambond við onnur menniskju, og duga at verða í relatión við onnur. Vísa empati og virðing fyri øðrum - og kenna sosialu spælireglurnar. At børnini fáa møguleika at skapa vinabond.
At børnini sleppa at spæla og hava tað stuttligt í gerandisdegnum - saman við øðrum børnum og vaksnum.
Skapandi evnir.
Í vitanarsamfelagnum er kreativiteturin/skapandi evnini ein av kjarnu førleikunum. Tað er ígjøgnum kreativi tilgongdina, vit skapa framburð og menna nýggja vitan. Vit eru kreativ, tá vit fáa nýggj hugskot og duga at síggja nýggjar møguleikar.
Vit vilja hava eitt kveikjandi umhvørvi á stovninum, har barnið fær ment hugflogið og kreativu evnini hjá sær. At barnið fær møguleika at skapa sjálvt, og at barnið fær møguleika at úttrykkja egnar upplivingar, og gleðast yvir at skapa frítt og sjálvstøðugt. At læra barnið at virða og geva rúm fyri tí skapandi.
Náttúra og umhvørvi.
Tað hevur stóran týdning fyri menningina hjá børnum, at tey eru nógv úti í náttúruni. Við miðvíst og tilvitað at nýta náttúruna í tí pedagogiska arbeiðinum, læra vit børnini at ferðast og fóta sær í henni. Hetta hevur við sær at virðing og kunnleiki til náttúruna og umhvørvið verður ein náttúrligur partur av gerandisdegnum hjá børnunum.
Vit vilja lýsa og vísa á, hvat rørir seg í náttúruni og umhvørvinum, og læra tey ymisk djóra og plantu sløg. Vit ynskja, at børnini skulu halda tað vera stuttligt og deiligt at vera úti. Vit stuðla børnunum í at vera forvitin, undrandi og kannandi.
Mentan og siðir.
Okkara mentan hevur stóra ávirkan á, hvussu vit liva, og hvørji virði, vit hava sum menniskju. Tann serføroyska mentanin er eisini ein stórur partur av okkara samleika. Ofta er lættast at verða varug við okkara egnu mentan, tá vit møta øðrum, sum ikki eru líka sum vit sjálv. Tað føroyska málið, tónin og sum vit eru á stovninum og í samfelagnum annars, er eisini mentanarberandi. At vit liva í einum fólkaræðisligum samfelag, er eisini partur av okkara mentan.
Vit vilja læra børnini nútíðar og gamlar siðir, og stuðla teirra egnu persónligu mentan. Samstundis vilja vit geva teimum eitt innlit í almenna og samfelagsliga vitan...og sjálvandi vitja ymiska stovnar.
Geva børnunum eina fatan av, at øll eru ymisk. Vit vilja halda føroyskar siðir og høgtíðir, og geva børnunum eina fatan av tí føroyska samfelagnum. Vit vilja eisini læra børnini um onnur lond og aðrar mentanir. At vísa týdningin av okkara nærumhvørvi og náttúruni.
Mál og samskifti.
At hava góðan málsligan førleika er ein fyritreyt fyri at kunna samskifta við onnur. Vit leggja dent á at menna tann málsliga førleikan, tí mál og samskifti hongur neyvt saman. Vit samskifta bæði verbalt og nonverbalt. Í málinum liggja orð, tónalag, kropsmál og andlitsbrøgd. Tað er týdningarmikið, at børnini læra at brúka málið fyri at kunna seta orð á kenslur, tankar og gerðir.
Vit vilja eisini at børnini vísa áhuga í skriftmálinum, tølum og øðrum teknum. Vera tilvitað um at víðka um orðatilfeingið. Lesa bøkur, læra rím, ramsur og skjaldur.
Vit ynskja at børnini kunnu samskifta við onnur, at tey duga at seta orð á seg sjálvi og á sína hugsan. Vit vilja eisini at børnini skilja eini felags boð, og duga at siga til og frá. At tey duga at stíga fram og aftur - at tey hava hug til og tora at standa fram, og at tey eisini duga at lurta eftir øðrum.
Vit vilja skapa rúm fyri tí undrandi, spyrjandi og forvitna barninum. Hava avbjóðandi karmar, har børnini sleppa at royna seg, flyta mørk og mennast.
Kroppur, heilsa og rørslur.
Tað hevur stóran týdning, at børnini hava eitt heilsugott og rørsluliga stimbrandi umhvørvi at vaksa og mennast í. Aldri áður, hevur so nógv ljós verðið varpað á, týdningin av at røra seg og at eta heilsugóðan mat. Okkara liviháttur er broyttur nógv, og er neyðugt at vit í størri mun eru tilvitaði um at røra okkum og at eta heilsugóðan kost.
At vera rørsluliga væl fyri, er grundleggjandi fyri at barnið trívist og fyri at barnið mennist á øðrum økjum eisini.
Tí vilja vit, at barnið lærur at kenna og brúka sín kropp, soleiðis at tí dámar væl at røra seg, og at tað orkar væl og verður rørsluliga væl fyri.
At barnið gerast sjálvbjargið, tilvitað um sínar styrkir og møguleikar, og at barnið hevur áræði at fara undir nýggjar likamligar avbjóðingar.
Longu, meðan børnini eru smá, er neyðugt at fyribyrgja móti vælferðarsjúkum. Tí er týdningarmikið, at børnini longu frá barnsbeini hava góðar og sunnar matvanar.
Tí hugsa vit um at maturin, sum stovnurin bjóðar, er heilsugóður og styrkjandi, og vit vilja vera við til at geva børnunum góðar kostvanar. Samstundis vilja vit læra børnini vanligan borðsið.
At stuðla undir, at børnini gerast sjálvbjargin, og sjálvi læra seg at fáa sær at eta og drekka.
Vit vaksnu eru tilvitaði um týdningin av at verða í eini góðari relatión við børnini, samstundis sum vit eru tilvitaði um at vit eru fyrimyndir hjá børnunum, og at eitt tað mest týdningarmiklasta er, at hava tað stuttligt saman við øðrum í gerandisdegnum..;)